Ein týdningarmiklan dag fyri nógvum árum síðan varð ein merkisverd søga søgd um eitt Lamb. Tey, sum lurtaðu, vórðu tikin við á eina ferð gjøgnum Bíbliuna, frá skapanini til krossin. Søgan legði dent á høvuðsboðskapin í Skriftini og avdúkaði veruliga týdningin av Lambinum. Tað er hesa søgu, vit aftur vilja siga frá í hesi bók – ein ógloymandi boðskapur, sum øll eiga at hoyra.
John R. Cross og Ian Mastin koma úr hvør sínum heraðshorni á klótuni. John er rithøvundur og er úr Kanada. Ian er listamaður og býr í Avstralia. Saman við mongum øðrum hjálparfólkum hava hesir menn nýtt gávur sínar at bera fram boðskap Bíbliunnar einfaldan og greiðan. Bæði John og Ian eru giftir og eiga vaksin børn.